"Føroysk framleiðsla til stór og smá.
Ung sum eldri."

english

Um okkum

Tað var Olevina Joensen, sum fyri langari tíð síðani setti Vevstovuna Mýrifípuna á stovn. Í 1993 bleiv virkið so umskipað til smápartafelag.

Vit húsast í einum kjallara í Stoffalág í Tórshavn. Har standa báðir maskinvevarnir og tær 7 hosumaskinurnar, umframt aðrar maskinur, ið eru knýttar at framleiðsluni.
Goymslan er aðrastaðni í býnum.

Vevstovan:

Báðir vevarnir eru týskir. Annar, ein Schönherr er frá 1934-35, og bleiv keyptur til Føroyar fyrst í 1970-unum. Hann er av tí gamla slagnum við rullum, at stýra skøftunum og við stórum tungum skjútlum.

Hin er ein Dornier, sum bleiv keyptur brúktur úr Danmark í 1997. Hann er meira modernaður við holkortum at stýra skøft og litir við og við “greifer” í staðin fyri skjútlum.

Harafturat eru spolimaskinur at spola vanligar spolar upp, umframt at gera spolar til skjútlarnar við.

Hosuvirkið:

4 av hosumaskinunum og annað tilhoyr keyptu vit á sumri í 2004 frá Tekstilvirkinum í Kaldbak. Hinar tríggjar keyptu vit úr Noregi á vári 2006. Tær eru allar enskar maskinur, av slagnum Bentley Komet. Tað eru íalt 4 maskinur, sum binda ullintar hosur, ein, sum kann binda froté og tvær til at binda fínari hosur við. Umframt sjálvar bindimaskinurnar eru aðrar maskinur, sum eru við í framleiðsluni.

Á virkinum arbeiða 5 fólk, har 1 er fulla tíð, meðan hini eru part tíð.

Vøruúrval




Samband

Mýrifípan
Stoffalag 46
FO 100 Torshavn,
Faroe Islands

Tel: (+298) 31 43 35
E-mail: mail@myrifipan.fo