"Føroysk framleiðsla til stór og smá.
Ung sum eldri."

english

Framleiðsla

Vevstovan

So at siga øll framleiðsla verður gjørd við industrimaskinum.
 

Eftir at hava rent til blátt skjúrtatoy, verður her lagt uppá bummin, sum síðani verður rullaður yvir til vevin og settur fastur har.


 

Her er gongd komin á at veva gardinur til Norðurlandahúsið.



 
Møblaklæðið til kirkjuna í Hoyvík í gerð.




Í ferð við at veva gólvteppið til kirkjuna í Hattarvík. Tá vit veva gólvteppi verður ofta koyrt ígjøgnum við hond, men sligið við maskinuni.


Hosuvirkið

 

Nakrar av hosumaskinunum. Tær eru allar dubultcylindraðar. Hosurnar vera bundnar í ein langan bana niður í ein tanga, sum hongur undir maskinuni. Tá tangin er fullur verða hosurnar tiknar úr og koyrdar sundur.




Her vera hosurnar seymaðar fyri tánni.



Aftaná at vera vaskaðar, verða hosurnar pressaðar á heitum jørnum.



At enda verða hosurnar paraðar og merki koyrt um.

Vøruúrval




Samband

Mýrifípan
Stoffalag 46
FO 100 Torshavn,
Faroe Islands

Tel: (+298) 31 43 35
E-mail: mail@myrifipan.fo